Samstarv millum norðurlendsku lestrarstuðulsstovnarnar

Vælkomin! Hetta er felags heimasíðan fyri lestrarstuðulsstovnarnar í Norðurlondum.

Tað er arbeiðsbólkurin ASIN, ið skipar fyri hesum samstarvi. ASIN stendur fyri ”Arbejdsgruppe for studiestøtte i Norden” (Arbeiðsbólkur fyri lestrarstuðul í Norðurlondum). Vit eru umboðað av lestrarstuðulsstovnunum í Svøríki, Noregi, Danmark, Finnlandi, Íslandi, Føroyum, Álandi og Grønlandi.

Á hesi heimasíðu finnur tú kanningar, sum arbeiðsbólkurin og lestrarstuðulsstovnarnir hava gjørt, hagtøl yvir lestrarstuðul, ymiskar lógarásetingar, upplýsingar um fundir og ráðstevnur og upplýsingar um hvussu tú fært samband við lestrarstuðulsstovnarnar. Her er eisini møguligt hjá tær at tekna teg til ráðstevnur.

Her á síðunum fevnir okkara samstarv um eitt fundar- og ráðstevnurúm, har limir kunnu luta og arbeiða við skjølum og upplýsingum. Fyri at fáa atgongd til arbeiðstilfarið krevst, at tú ritar inn. Tá ið tilfarið er klárt, verður tað lagt út her á síðurnar, so at øll kunnu fáa gleði av tí.

Hava tit spurningar ella viðmerkingar, kunnu tit seta tykkum í samband við info@studiestodinorden.se.